Hjálp við Samleikanum
Niðanfyri finnur tú vegleiðingar til Samleikan, sum kunnu hjálpa tær at brúka appina og geyman.
Um tú hevur tørv á hjálp við Samleikanum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við brúkaratænastuna.
Tú hittir okkum á telefon 1881 ella á telduposti 1881@talgildu.fo
Skriva endiliga títt navn, eftirnavn og føðidato, tá ið tú sendur okkum teldupost.
Brúkaratænastan hevur opið yrkadagar frá kl 08.00 til 16.30
Áðrenn tú kanst brúka Samleikan, mást tú skrásetast. Tað er skjótt og lætt. Tú kanst gera tað beinleiðis í appini ella við at møta persónliga á Staravegi 9 í Havn.
Minst til, at tú mást hava samleikaprógv við hondina, tá ið tú skrásetur teg. Góðkend samleikaprógv eru føroysk og donsk koyrikort og pass.
Fyri at Samleikin skal kunna geva tær fráboðanir beinleiðis í appini, skal telefonin verða stillað til hetta, sí vegleiðing í leinkinum niðanfyri.
Tú byrjar innritan við at fara til heimasíðu ella app hjá tænastuveitara t.d. vangin.fo
- Trýst á 'Rita inn' og skriva títt P-tal
- Ein mynd verður víst á innritanarskerminum, og Samleikin verður virkin
- Vátta í Samleika appini, at myndirnar eru eins
- Skriva persónliga loynitalið í Samleika appina
- Tú ert nú ritað/ur inn
Tú kanst rita inn við Samleikanum hjá tænastuveitarum, ið brúka Samleikan. Tú finnur yvirlit yvir tænastuveitarar á leinkinum niðanfyri.
Sí videovegleiðing um, hvussu tú ritar inn.
Um tú av onkrari orsøk skiftir telefon ella teldil út, kanst tú flyta Samleikan á nýggju fareindina. Áðrenn tú byrjar mást tú tryggja tær, at tú hevur Samleika appina á báðum eindum.
- Far undir stillingar í appini.
- Vel “Flyt Samleikan” og fylg síðani vegleiðingini í appini
Samleikin kann bara vera virkin á eini fareind í senn.
Samleikin á geyma
Áðrenn tú byrjar at brúka geyman til Samleikan, mást tú gera telduna klára. Tú skalt fyrst taka eitt program niður á telduna. Trýst á leinkið niðanfyri fyri at taka Desktop App niður á telduna.
Personal Desktop App til Samleikan
Í vegleiðingini niðanfyri sært tú, hvussu tú gert telduna klára.
Hevur tú Samleikan á geyma, mást tú hava eina teldu tøka fyri at rita inn. Sí vegleiðing niðanfyri, hvussu tú ritar inn við geymanum.
Samleikin er persónligur
Tað er umráðandi, at tú velur eitt gott og trygt loynital. Loynitalið tryggjar tínar upplýsingar og títt privatlív.
Loynitalið til Samleikan skal vera seks tøl, og vit viðmæla, at tað ikki er
- ein talrøð t.d. 123456 ella 987654
- føðidagurin hjá tær ella børnunum
- telefonnummarið hjá tær
Loynitalið skal vera lætt at minnast, men ringt at gita. Loynitalið er loyniligt og persónligt og má ikki vísast øðrum.
Loynitalið skal metast á jøvnum føti við loynitalið til gjaldskortið, sum jú er loyniligt.
Ikki skriva loynitalið niður.
Loynitalið verður ikki skrásett nakrastaðni. Um tú gloymir loynitalið, mást tú bíleggja Samleikan av nýggjum.
Far undir stillingar og vel 'Strika Samleikan'. Síðani kanst tú bíleggja av nýggjum.
Tað er týdningarmikið, at tú leggur loynitalið í geyma og ikki letur øðrum tað.
Samleikin er títt talgilda samleikaprógv, og tú skalt handafara tað, sum tú hevði gjørt við eitt pass.
Samleikin liggur á tíni fareind. Gev ikki øðrum atgongd til tín Samleika. Samleikin er persónligur.
Vel eitt gott loynital, sum er lætt at minnast, men ringt hjá øðrum at gita. Legg tær tað í geyma, tí tú skalt brúka tað hvørja ferð, tú ritar inn við Samleikanum.
Samleikin hevur minstukrøv fyri, hvørjar fareindir kunnu brúka appina.
- Fyri iPhones og iPads er minstakravið iOS 13.
- Fyri Android er minstakravið Android 5.
Um tín fareind hevur eina stýrisskipan, ið er eldri enn hetta, kanst tú ikki brúka Samleikan.
Um tín telefon ella teldil ikki kann brúkast til Samleikan, kanst tú ogna tær geyman. Les meira um, hvussu tú fært geyman í leinkinum niðanfyri
Samleikin verður regluliga dagførdur, so minstakravið kann broytast.