Mínboks

Nýtslutreytir fyri Mínboks

1. Avtala millum Gjaldstovuna og brúkaran

Tá brúkarin fyrstu ferð stovnar sær hald til Mínboks, verður avtala gjørd millum brúkaran og Gjaldstovuna um nýtslu av Mínboks.  
Treytirnar fyri hesa avtalu eru ásettar í hesum nýtslutreytum.
 
Við at stovna Mínboks góðtekur brúkarin tær treytir, sum eru ásettar í hesum nýtslutreytum.

Tað ber til hjá Gjaldstovuni og brúkaranum at víkja frá teimum reglum, sum eru ásettar í hesum treytum. Hetta kann bert gerast, um báðir partar taka undir við at víkja frá treytunum í hesi avtalu.

 

2. Stovnan av Mínboks

Tá Mínboks verður stovnað, skal Gjaldstovan hava upplýsingar um samleika brúkarans. Í hesum sambandi skal Gjaldstovan hava fult navn, bústað, føðingardag og p-tal hjá brúkaranum.
 
Brúkarin kann velja at skráseta seg sum dulnevndan, men tá er ikki vist, at virkir og stovnar (hereftir nevnt sendarar) kunnu senda skjøl til viðkomandi brúkara í Mínboks.
 
Við stovnan av Mínboks góðtekur brúkarin, at Mínboks kemur ístaðin fyri postútbering.
 
Brúkarin samtykkir, at p-talið, sum brúkarin letur Gjaldstovuni í sambandi við stovnan av Mínboks, verður nýtt til at eyðmerkja brúkaran mótvegis sendarum, soleiðis at til ber at tryggja, at sendarin sendur skjølini til rættan móttakara.
 
Brúkarin gevur Gjaldstovuni samtykki til at lata almennum stovnum og SDC (vegna føroysku peningastovnarnar) p-talið hjá brúkarum, sum eru skrásettir í Mínboks. Orsøkin er, at hesir sendarar hava tørv á hesum upplýsingum fyri at vita, um viðkomandi borgari skal hava skjøl í Mínboks ella skal hava skjøl sendandi við postútbering.

 

3. Ábyrgd hjá brúkaranum

Brúkarin hevur ábyrgd av innihaldinum í síni Mínboks og skal serliga ansa eftir, at Mínboks ikki verður nýtt til ólógligt, skaðiligt ella annað líknandi virksemi. Um brúkarin verður varugur við slíka nýtslu, skal Gjaldstovan beinanvegin hava boð um tað.

Brúkarin skal so hvørt kanna, um nýggj brøv, boð v.m. eru komin í Mínboks.
 
Brúkarin hevur sjálvur ábyrgd av skjølum, sum brúkarin strikar úr Mínboks.

 

4. Ábyrgd hjá Gjaldstovuni

Gjaldstovan skal syrgja fyri, at brøv og onnur boð frá sendarum til brúkaran verða beind í Mínboks hjá viðkomandi brúkara.
 
Gjaldstovan skal reka skipanina á tryggan hátt.
 
Gjaldstovan skal syrgja fyri, at brøv og onnur boð verða goymd og varðveitt á tryggan hátt, og at brúkarin til eina og hvørja tíð hevur møguleika fyri at fáa atgongd til Mínboks.
 
Gjaldstovan hevur ikki endurgjaldsábyrgd fyri beinleiðis ella óbeinleiðis tapi, sum brúkarar hava í sambandi við nýtslu av Mínboks.

 

5. Broytingar í treytunum

Gjaldstovan kann við ein mánaða freist broyta hesar treytir. Broytingar verða kunnaðar á www.minboks.fo, og brúkarin verður biðin um at góðtaka hesar broytingar, tá ið viðkomandi ritar inn.

 

6. Tagnarskylda

Starvsfólk hjá Gjaldstovuni og undirveitarum hjá Gjaldstovuni hava tagnarskyldu viðvíkjandi viðurskiftum, sum tey fáa kunnleika til í starvi sínum, sum umsitarar av Mínboks.
 
Tagnarskyldan merkir m.a., at starvsfólk ikki uttan loyvi frá brúkaranum ella uttan aðra gilduga orsøk hava rætt at lata øðrum upplýsingar, sum starvsfólk í sínum starvi hava fingið kunnleika til. 

 

7. Uppsøgn

Gjaldstovan og brúkarin hava hvør í sínum lagi rætt til ein mánaða freist til tann 1. í hvørjum mánaði at siga avtaluna upp.
 
Í sambandi við at ein avtala verður søgd upp, skal Gjaldstovan geva brúkaranum møguleika at fáa alt innihald í Mínboks brúkarans útflýggjað.
 
Gjaldstovan hevur rætt til at strika Mínboks hjá brúkaranum, um henda ikki hevur verið í nýtslu í 5 ár. Tað er tá ein treyt, at Gjaldstovan sendir boð um ætlaða striking við í minsta lagi ein mánaða freist. Slík fráboðan verður send í Mínboks umframt á annan hátt, sum verður mett hóskandi, t.d. við teldubrævi, postútbering ella við SMS boðum.

 

8. Strikan av Mínboks

Brúkarin hevur til ein hvørja tíð rætt at biðja um at fáa sína Mínboks strikaða. Hetta hevur við sær, at øll brøv og aðrar upplýsingar um brúkaran verða strikaðar. Ein avgerð um strikan er endalig. Sostatt ber ikki til at heinta gomul brøv fram aftur, um brúkarin seinni ynskir at melda til Mínboks av nýggjum. Tó verða loggdátur og aðrar skipanardátur goymdar í 5 ár eftir strikan.

 

9. Force majeure

Gjaldstovan hevur ikki ábyrgd av skaða, sum kemst av viðurskiftum, ið Gjaldstovan ikki hevur ávirkan á ella órímiliga kundi ætlast at hava møguleika fyri at verja seg ímóti.

 

10. Gildiskoma

Hesar nýtslutreytir eru galdandi frá 15. mai 2019.

Hesi eru við í Mínboks: Síggj allar sendarnar her

Mb 13 Logo New