Mínboks

Spurningar og svar

Hvat kann eg gera í Mínboks?

Til ber at:

  • Lesa brøv frá virkjum og stovnum.

  • Svara brøvum frá virkjum og stovnum.

  • Skriva brøv til virkir og stovnar.

  • Halda skil á mínum skjølum og samskifti við virkir og stovnar 

 

Hvussu veit eg, at postur er í Mínboks?

Hvørja ferð eitt bræv er komið til tín í Mínboks, fært tú fráboðan við vanligum telduposti. Tryggja tær, at tú hevur upplýst rættan teldupostbústað við at trýsta á “Uppseting” ovast í høgra horni inni í skipanini.

 

Hvussu leingi verða brøvini hjá mær goymd?

Brøvini tú móttekur í Mínboks verða goymd fyri lívið.

 

Kunnu starvsfólk í peningastovninum síggja míni brøv?

Nei, Mínboks er tín persónligi postkassi, sum bert tú hevur atgongd til.

 

Kann eg geva øðrum persóni atgongd til mín postkassa?

Eingin hentleiki er til at geva øðrum persóni atgongd til tín postkassa í løtuni. 

 

 

Kann eg gjalda rokningar umvegis Mínboks?

Nei.

 

Hvat hendir við mínum skjølum, tá eg doyggi?

Avvarðandi kunnu við at lata inn skiftirættarváttan til Elektron fáa atgongd til tíni skjøl. Avvarðandi hava møguleika at lesa og skriva út skjøl. Um onnur enn avvarðandi skulu hava atgongd til tíni skjøl, skal umframt skiftirættarváttan eisini latast inn heimild frá avvarðandi um at geva viðkomandi atgongd til tín postkassa.

 

15 mánaðir eftir deyðadagin tilskilar Elektron sær rætt til at strika postkassan við innihaldi. Tó er tað ein treyt, at Elektron sendir boð til avvarðandi um ætlaðu strikingina við freist uppá í minsta lagi ein mánaða.

 

Kann eg melda meg úr Mínboks?

Ja, tú kanst altíð melda teg úr Mínboks. Hetta gerst tú við at venda tær til kundatænastuna hjá Elektron. Tú hevur møguleika fyri sjálv/ur at heinta alt innihaldið úr Mínboks, áðrenn brúkarin verður gjørdur óvirkin.

 

Kann eg fáa Mínboks sum app á fartelefonini?

Mínboks finnst ikki sum sjálvstøðug app. Men loggar tú á via www.minboks.fo, tilpassar síðan seg tínari mobilu eind.

 

Hvar kann eg síggja treytirnar fyri Mínboks?

Tú kanst síggja nýggjastu treytirnar við at trýsta her

 

Hesi eru við í Mínboks: Síggj allar sendarnar her

Mb 13 Logo New