Um okkum
Web Mynd2

08-01-2014: Mínlykil - Nýggj innritingarskipan

Mínboks hevur ment eina nýggja innritingarskipan, ið kallast Mínlykil.

 

Mínlykil er ein trygg innritingarskipan sum nú eisini gevur atgongd til Mínboks á teldlum og snildfonum. Um stutta tíð kann Mínlykil eisini nýtast til tænastur á heimasíðum hjá øðrum virkjum, stovnum og kommunum.

 

Við Mínlykil kunnu allir borgarar nú fáa atgongd til Mínboks við at melda seg til á www.minboks.fo, har tað áður var neyðugt at hava ein netbankabrúkara.
Verandi netbankabrúkarar kunnu tó framvegis innrita sum vanligt í Mínboks.

 

Bárður Háskor, stjóri á Mínboks, um Mínlykil:

“Mínboks hevði tørv á einari nýggjari innritingarskipan fyri at loyva brúkarum at innrita á teldlum og snildfonum. Vit hava valt at gera loysnina í samstarvi við m.a. Taks og Tórshavnar kommunu, sum eisini hava tørv á slíkari innritingarskipan."

 

Atgongd til fleiri tænastur við Mínlykil
Tað hevur leingi verið tørvur á at fáa ment eina innritingarskipan, sum gevur borgarunum møguleika at hava ein og og sama brúkara, tá ið vit skulu avgreiða okkara viðurskifti við almennar stovnar, kommunur og virkir.

 

Taks hevur valt at nýta Mínlykil til innritan í komandi Borgaragluggan, so borgarar lættari fáa atgongd til sjálvgreiðsluna hjá Taks.

 

Eyðun Mørkøre, stjóri á Taks:
“Taks hevur arbeitt miðvíst við at veita talgildar loysnir í Borgaraglugganum hjá okkum, fyri at bjóða borgaranum eina betri tænastu og fyri at effektivisera Taks.
Føroyska samfelagið hevur brúk fyri at talgilda avgreiðslur millum borgara og myndugleika. Vit hava valt at vera við í menningini av Mínlykíl, tí hetta kann við tíðini gerast ein innritingarskipan, sum allir borgarar kunnu nýta í talgilda samskiftinum við myndugleikar og virkir. Hetta kundi eisini verið fyrsta byggistig til eina veruliga talgilda undirskrift í Føroyum. Vit vænta, at tá ið borgarar fara at nýta talgildar borgaratænastur, verður avgreiðslutíðin nógv stytt og effektivari.”

 

Tórshavnar Kommuna fer eisini at bjóða borgarum sínum at sleppa inn við Mínlykil til talgildu borgaratænastuna hjá kommununi.

 

Tryggingarfelagið Føroyar, Betri Pensjón og LÍV hava eisini tikið avgerð um at nýta Mínlykil til sjálvgreiðslur sínar og eru fleiri almennir stovnar, kommunur og virkir ávegis.

 

Stovna Mínlykil

Trýst her fyri at stonva Mínlykil >>

 

Hesi eru við í Mínboks: Síggj allar sendarnar her

Mb 13 Logo New