Um okkum
Image Heartbleed

11-04-2014: Mínboks og Mínlykil ikki umfata av trygdarváða í sambandi við “Heartbleed”

Fyri tíðina ávara trygdartænastur ímóti einum álopið sum gongur undir heitinum “Heartbleed”. Álopið hevur til endamáls at fáa atgongdir og loyniorð hjá brúkarum.
Summir veitarar av skipanum hava avbjóðingar við hesum, eisini heilt stórir so sum Google og Facebook.

 

Vit kunnu staðfesta at Mínboks og Mínlykil ikki eru umfataði av hesum váðanum og brúkarar eru eins tryggir og teir altíð hava verið við nýtslu av Mínboks og Mínlykil.

 

Vit fara tó at heita á teg, um altíð at vísa skynsemi tá tú stovnar og broytir brúkaranøvn og loyniorð, og goyma hesi so eingin annars fær avritað tínar upplýsningar.

 

Greinar um Heartbleed:
http://politiken.dk/forbrugogliv/digitalt/ECE2260289/usaedvanlig-sikkerhedsbrist-bringer-dine-personlige-oplysninger-i-fare/

http://mashable.com/2014/04/10/heartbleed-networking-routers/

Hesi eru við í Mínboks: Síggj allar sendarnar her

Mb 13 Logo New