Um okkum
130305_Mínboks_618x481

16-04-2014: Kunning um tína frítíðarløn er nú tøk í Mínboks

Øll tey sum hava meldað seg til Mínboks innan 11. apríl 2014, kunnu nú síggja fráboðanina frá Taks um frítíðarløn til útgjalding í 2014.
 

Innrita teg í Mínboks og síggj tína fráboðan.


Um tú ikki sært fráboðanina í tínari Mínboks, kann orsøkin vera, at tú hevur melda teg til Mínboks eftir 11. apríl 2014. Um so er, fært tú tína fráboðan um frítíðarløn ístaðin sendandi hesuferð við postinum á tín bústað eftir páskir.

 

Frítíðarlønin verður útgoldin 2. mai 2014.

 

Hevur tú spurningar viðvíkjandi Mínboks, kanst tú venda tær til kundatænastuna á tlf. 34 52 52 ella sd@elektron.fo. Kundatænastan er at hitta mánadag til fríggjadag kl. 8:00 til 16:30.

 

Spurningar viðvíkjandi frítíðarlønini verða svaraðir hjá Taks, sí www.taks.fo.

 

Gleðilig páskir!

 

 

 

 

Hesi eru við í Mínboks: Síggj allar sendarnar her

Mb 13 Logo New