Um okkum
130305_Mínboks_618x481

28-04-2014: Yvir 10.000 brúka nú Mínboks

Síðani almennu verksetingina av Mínboks í februar 2013, hava yvir 10.000 borgarar fingið sær Mínboks.

 

Longu frá byrjan meldaðu gott 3.000 borgarar seg til tænastuna og tá ið frítíðarlønin bleiv útgoldin í 2013, vóru 5.000 brúkarar í Mínboks. Hetta talið er nú meira enn tvífaldað.

 

Samanborið við donsku e – boks loysnina, so tók tað nærum 8 ár at fáa fyrstu milliónina av brúkarum, sum í mun til fólkatalið júst svarar til 10.000 brúkarar, sum hava valt at melda seg til Mínboks í eitt gott ár her í Føroyum.

Hesi eru við í Mínboks: Síggj allar sendarnar her

Mb 13 Logo New