Um okkum
Gjaldstovan_618x481

Gjaldstovan sendir lønarseðlar í Mínboks

Gjaldstovan hevur í fleiri ár sent lønarseðlar talgilt í Netmiðluna. Hereftir verða hesir sendir í Mínboks.

 

Hevur tú meldað teg til Mínboks á minboks.fo  innan 24. mars, fært tú tínar lønarseðlar frá Gjaldstovuni fyri mars 2013 í Mínboks. Eftir páskir verða eisini tínir gomlu lønarseðlar fluttir í Mínboks.

 

Hevur tú longu meldað teg til Mínboks, skalt tú einki gera.

 

Nýtir tú ikki Mínboks, verða lønarseðlar framhaldandi sendir í Netmiðluna, sum tó verður lokað 31. desember 2013.

 

Hvat er Mínboks

  • Við Mínboks fært tú post frá virkjum og stovnum beinleiðis á tína teldu á tryggasta hátt, og tú veitst altíð, hvar tíni skjøl eru.

  • Mínboks er tín persónligi postkassi, sum bert tú hevur atgongd til. Tíni brøv verða varðveitt í tryggum rakstrarumhvørvi og verða goymd fyri lívið.

  • Mínboks gevur tær eitt greitt og fullfíggjað yvirlit yvir øll tíni týdningarmiklu skjøl - á einum og sama staði.

Fyri teg sum borgara eru allar tænastur í Mínboks ókeypis. Hetta merkir, at tú kanst móttaka brøv, svara brøvum og senda brøv, uttan at tú rindar nakað. Tað er eisini ókeypis at melda teg til og hava Mínboks.

 

Mínboks krevur, at tú hevur netbanka. Hevur tú netbanka, fert tú inn á www.minboks.fo, innritar við tínum loyniorði og meldar til.

 

Hevur tú ikki hevur netbanka, mást tú fáa tær netbanka í einum av peningastovnunum. Tá ið tú hevur meldað teg til Mínboks, fært tú ikki longur skjølini, sum fara í Mínboks, við vanligum posti.

 

Lagt út 20. mars 2013 

Hesi eru við í Mínboks: Síggj allar sendarnar her

Mb 13 Logo New