Um okkum

Inngjaldskort í Mínboks

Talgild inngjaldskort í Mínboks

 

Góði kundi

Nú fært tú tíni inngjaldskort í Mínboks, og harvið allar rokningar samlaðar á einum staði.

Í fyrstu atløgu skal tú gjalda inngjaldskortið á sama hátt sum áður, við at skriva upphædd, dagfesting og FI-lykil í Netbankan. Seinni fara Mínboks og Netbankin at arbeiða saman, soleiðis at tú sleppur undan at skriva hesar upplýsingar, men einans skriva undirskriftarmerkið, tá ein rokning skal gjaldast.

Í fráboðanini um nýggjan post sæst um tú hevur móttikið eitt inngjaldskort, og hvørjum hetta er frá.

Tað er sera umráðandi at tú hyggur væl eftir fráboðanini um nýggjan post. Hetta fyri at tryggja tær, at tú ikki gloymir at gjalda eitt móttikið inngjaldskort.

Á heimasíðuni sært tú hvørji virkir og stovnar senda brøv og inngjaldskort umvegis Mínboks. Fleiri eru ávegis.

Vónandi fært tú gleði av nýggju tænastuni.

 

Vinarliga

Mínboks

Hesi eru við í Mínboks: Síggj allar sendarnar her

Mb 13 Logo New