Um okkum

Landsjúkrahúsið sendur allar innkallingar í Mínboks

Allar innkallingar til kanning og viðgerð á Landssjúkrahúsinum verða nú sendar borgarum umvegis Mínboks.

LS sendir umleið 120.000 innkallingar út árliga til borgarar, sum hava tørv á tænastunum hjá stovninum.  Eini 15.000 føroyingar hava longu meldað seg til Mínboks.

Borgarar sum ikki hava Mínboks fáa innkalling sum bræv, eins og áður. Tó er nýggja arbeiðsgongdin til gagns fyri bæði borgarar og starvsfólk, so Landssjúkrahúsið fegnast um, at borgarar hava tikið so væl ímóti Mínboks.

Í eina tíð hava ávísar deildir sent innkallingar út umvegis Mínboks sum eina roynd, og nú er avgjørt at talgildu innkallingarnar skulu umfata allar deildir hjá Landssjúkrahúsinum.

Hetta vil betra um samskifti við borgaran, sum eisini fær skjótari samband við Landssjúkrahúsið. Borgarin fær nevniliga møguleika at samskifta beinleiðis við Landssjúkrahúsið umvegis Mínboks og t.d. broyta ásettu tíðina.

Hetta letur seg gera tí at Mínboks er umfatað av datatrygdini, sum er ásett við lóg og tryggjar, at viðkvæmar upplýsingar ikki falla í hendur á óviðkomandi.

Skipanin er munagóð, tí til ber at svara og samskifta um viðurskifti, sum áður vóru umvegis telefon ella vanligt bræv. Tí er talgilding av innkallingum í føroyska heilsuverkinum eitt frambrot sum samskiftismiðil.

Hesi eru við í Mínboks: Síggj allar sendarnar her

Mb 13 Logo New