Um okkum
130808 Studni 618X418

Søk um lestrarstudning á Mínboks

Frá 1. august 2013 er mannagongdin við at søkja um lestrarstudning broytt. Framyvir verða nýggjar umsóknir eisini viðgjørdar umvegis MínBoks.

 

Byrjar tú nýggja útbúgving, kanst tú søkja umvegis Mínboks.

 

Um tú longu gongur á eini útbúgving og fært studning, skalt tú ikki søkja.

 

Tú skalt nýta títt netbanka - login

Hevur tú netbanka, kanst tú melda til Mínboks við at innrita ovast í høgra horni her á heimasíðuni. Tá ið tú hevur innritað, skalt tú skráseta tín teldupostbústað. Tá ið tú hevur upplýst tín teldupostbústað, ert tú tilmeldað/ur Mínboks.

 

Set teg í samband við ein peningastovn - um tú ikki hevur netbanka

Hevur tú ikki netbanka, mást tú fáa tær netbanka í einum av peningastovnunum. Vinarliga set teg í samband við ein av hesum, so tú kanst søkja um lestrarstudning sum skjótast.

 

Les meira um lestrarstudning á www.studni.fo.

 

Spurningar um Mínboks?

Tú ert annars vælkomin at venda tær til kundatænastuna hjá Elektron á tlf. 34 52 52, sd@elektron.fo, viðvíkjandi spurningum um Mínboks. 

Hesi eru við í Mínboks: Síggj allar sendarnar her

Mb 13 Logo New