Um okkum

Teldupostur og fartelefon nummar í Mínboks

Ein partur av borgarum sum hava Mínboks hava latið ein teldupost og eitt fartelefon nummar til Mínboks, so at tey kunnu fáa boð um tá postur er í Mínboks til teirra.

Sum part av ætlanini at menna skipanina og at betra tænastustøðið fyri tær sum borgara, fara vit undir eitt tiltak, har tú, sum innritar, og sum ikki hevur latið okkum tín teldupost og/ella fartelefon nummar, verður spurdur, um tú vil tøppa tað inn til okkara.

Tað er bara tú, sum fær fyrimunin av hesum.

Um tú er ein teirra sum hevur latið okkum hesar upplýsingar og tú hevur tørv á at rættað teir, kanst tú fara undir uppseting ovast í høgra horni og rætta upplýsingarnar.

Hesi eru við í Mínboks: Síggj allar sendarnar her

Mb 13 Logo New