Um okkum
130305_Mínboks_618x481

Vit eru nú meira enn 12.000 á Mínboks

Fleiri og fleiri borgarar síggja ágóðarnar við Mínboks. Við seinastu uppteljing varð staðfest, at vit nú eru omanfyri 12.000 brúkarar av MínBoks.
Alsamt fleiri fyritøkur og stovnar verða knýtt at Mínboks. Seinast var tað Landssjúkrahúsið, sum er farið at senda út umvegis Mínboks, og hetta fegnast vit um.
 
Menningin av Mínboks heldur á. Við Mínlykil er tað møguligt hjá tær at rita inn í Mínboks, sama hvar tú ert. Og í komandi tíðum verða enn fleiri hentleikar við Mínlykil. Hetta verður kunnað um skjótt.
 
Vit tú hava Mínlykil? Sí ovast á síðuni. Har finnur tú vegleiðing. Ivast tú í einhvørjum, ert tú vælkomin at ringja til okkara á 34 52 52 ella skriva til okkara á sd@elektron.fo.

Hesi eru við í Mínboks: Síggj allar sendarnar her

Mb 13 Logo New